Fleiri bilar í ferðsluóhappi við Gøtugjógv

Tríggir bilar rendu saman við Gøtugjógv klokkan beint yvir 20.00 í kvøld. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. 

 

 

Bilurin, sum koyrdi fremst, skuldi snara til á ein síðuveg, og tann næsti, triði og fjórði bilurin aftanfyri tann hendan rendu í reyvina á bilinum frammanfyri. 

 

 

Løgreglan sigur, at tvey fólk fingu ilt í nakkan og eru tí flutt á Landssjúkrahúsið. Eingin álvarsligur persónsskaði er, men stoyturin leiddi til pínu í nakkanum og tí verða hesi kannað nú.