Fleiri bilar farnir av vegnum

Vakthavandi á løgreglustøðini heitir á fólk um at koyra eftir umstøðunum, nú nakað av hálku er um alt landið.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini heitir á fólk um at koyra eftir umstøðunum, nú nakað av hálku er um alt landið.

 

- Tað vóru nøkur ferðsluóhapp í morgun og tíðliga seinnapartin, men eftir áheitanina, vit sendu í útvarpinum, letur til, at fólk koyra varligari, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

 

Fleiri ferðsluóhapp hava verið í dag, millum annað við royndarstøðina í Kollafirði, á Kambsdali, í Vestmanna, á Viðareiði og í Vágunum. Tó hevur eingin fólkaskaði verið.

 

- Tað eru eitt sindur svikalig líkindi í løtuni, við tað, at tað eru nøkur fá hitastig. Tískil halda fólk, at tað neyvan er ikki hált, men tað kann tað kortini væl vera, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

 

Hann heitir tí enn staðiliga á fólk, um at ansa sær á vegunum í kvøld.