Fleiri bilar eftir á Krambatanga

Tá Galaxy fór av Krambatanga í morgun, stóðu fleiri bilar eftir.

Tá Galaxy fór av Krambatanga kl 8:45 í morgun, stóðu fleiri bilar eftir.

Hetta veit suðurrás.fo at siga.

Nógv fólk og nógvir bilar skuldu við norður í morgun. Fólk skuldu til ítróttarkappingar runt um í landinum, men fleiri teirra fingu ikki bilin við.

Á facebook hava suðuroyingar í dag undrast, hví farmur verður tikin við leygardag, og suðurrás endar greinina við hesum orðum:

Tað, sum kundi undra nógv í morgun, var at dekkið var meira enn hálvfult av farmi ein leygarmorgun.