Fleiri bein at standa á í skipavinnuni

- Eitt av endamálunum hjá okkum við keypinum av Sandfelli er at hava fleiri bein at standa á í skipavinnuni, sigur Andrass Jóanesarson, reiðari

Skipavinna

Í Sosialinum í gjár høvdu vit samrøðu við Andrass Jóanesarson, sum saman við brøðrum sínum og pápanum, Páll Jóanesarson, hava keypt farmaskipið, Sandfelli úr Noregi.
Frammanundan eiga faðir og synir línubátarnar, Margit, sum er fyrrverandi Hvítabjørn og Sjóstjørnuna, sum er fyrrverandi Bárðadrangur.
- Eitt av endamálunum hjá okkum við keypinum av Sandfelli er at hava fleiri bein at standa á, sigur Andrass Jóanesarson.
Tað er felagið P/F Run, sum eigur Sandfelli, og aftanfyri felagið stendur móðurfelagið, Sp/F Lón í Saltangará.
Skipari við Sandfelli verður Martin Jóanesarson, sum er tvíburðabróðir, Edvard, ið er við Margit.
Enn vita teir ikki heilt, hvussu nógv tað fer at krevja av eigarunum at reka skipið, men í fyrstu syfti verður Andrass uppi á landi og tekur sær av tí dagliga.
Hann er eisini stjóri í felagnum, sum eigur farmaskipið.
Tað er eitt norskt shippingfelag, sum syrgir fyri farminum hjá Sandfelli, og tað var eisini hetta felag, sum tók sær av hesum fyri eigaraskiftið.
Sandfelli kemur serliga at sigla millum norskar havnir, men fyrstu tvær lastirnar hevur skipið fingið úr Føroyum. Hetta er fiskamjøl, sum skipið skal føra yvir á Stavanger-leiðina.
Annars væntar reiðarin, at siglingin mest verður í Norðsjónum og Eystursjónum.
- Sandfelli er eitt fleksibult skip, og vit hava góðar vónir um, at hetta fer at bera til, sigur Andrass Jóanesarson, stjóri og reiðari.