Fleiri bankar rúka afturat

Í Danmark eru nógvir bøndur illa staddir fíggjarliga, og sambært professaranum Finn Østrup kunnu trupulleikarnir hjá bøndunum hava við sær, at fleiri bankar fara á húsagang í næstum.

Í gjár mátti Fjordbank Mors í pottin hjá Fíggjarligum Støðufesti, tí bankin megnaði ikki at halda fram við sínum virksemi. Finn Østrup sigur við danska kringvarpið, at hetta kann vera byrjanin til eitt nýtt umfar í fíggjarkreppuni, har skuldartyngdir bøndur fara at taka støðið undan fleiri bankum.

-Fyrr hava vit sæð, at bankar eru farnir av knóranum orsakað av byggiverkætlanum so sum Amager Banken, men eg kvíði fyri, at fíggjartrupulleikarnir hjá landbúnaðinum fara at taka fleiri bankar av fótum í næstum, sigur Finn Østrup við DR.

Sambært professaranum, sum arbeiðir á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, er kuldin hjá danska landbúnaðinum 350 milliardir krónur.