Leygardagin og sunnudagin máttu tríggir bátar biðja um sleip og hjálp ymsastaðni undir Føroyum.
Í trimum førum var talan um smábátar, sum vóru farnir eftir havhesti, men sum høvdu fingið maskinbrek og tí bóðu um sleip.
Men veðrið var av tí besta, so tað var ongantíð vandi á ferð, og bátar vórðu sendir eftir teimum, so teir fingu hjálp.
Í gjáramorgunin var tyrlan á kinesiska móttøkuskipinum, Kai Yu, sum lá eystanfyri, tí ein maður føldi eg illa og tey hildu at ráðiligast var at fáa hann á sjúkrahús.
Tyrlan var eftir manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið.