Skip og bátar leita framvegis eftir saknaðu monnunum á bátinum, sum sakk í Hestfirði í morgun Hvidbjørnen, Brimil, Lív, Ziska, ein hestbátur og tyrla leitað framvegis.
Um eina løtu fara hinir bátarnir av bátastevnuni í Vestmanna suðureftir, og fólkið umborð hevur lovað at hava eyguni opin. Teir bátarnir luttaka tó ikki í skipaðu leitingini.
Politiið veit ikki, hvat hendi við bátinum. Tað var hampiligt veður.
Menninir umborð vóru allir um 30 ára aldur. Enn hevur ikki borið til at tosa við teir. Onkur hevur ligið leingi í sjónum, upplýsir politiið.










