Fleiri bátapláss í Havn

Tørvurin á bátaplássum í Havn er so stórur, at Tórshavnar býráð hevur játtað tvær milliónir krónur til at fara undir fyrireikingar at gera nýtt bátapláss í Álakeri.

Í Havn og á Argjum eru tilsamans 200 bátapláss, og tørvurin við ársenda í 2018 var - eftir bíðilistanum at døma - 200 bátapláss fleiri.

Metingar, sum kommunan hevur gjørt, vísa, at pláss verður fyri millum 200 og 250 bátum við Álaker; alt eftir støddina á bátunum og hvussu bátabrúgvarnar verða skipaðar.

Eisini eru gjørdar simuleringar, ið vísa, at longri brimgarðurin fyri bátahylin er, jú kyrrari verður í hylinum.

Royndir vórðu gjørdar við trimum ymsum longdum, og royndin við 50 metra innsigling vísti, at kyrran verður eins góð og miðal kyrran er við bátaplássini á Skálatrøð.

Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini, segði undir viðgerðini, at kappróðarøkið ikki verður nervað av útbyggingini. Tvørturímóti fær kappróðurin betri umstøður á landi, eisini verður nýggjur dráttur gjørdur til kappróðrarbátar. Streymúttøk og vatn til bátar verða á øllum brúgvunum, skrivar Tórshavnar kommuna.  

Arbeiðið kann verða liðugt í apríl 2022. Havnameistarin viðmælti at taka undir við eini byggiskrá, vinnunevndin tók undir við tilmælinum og málið varð samtykt á býráðsfundi í morgun.