Fleiri bátaførarar vórðu ov ávirkaðir av rúsdrekka

Løgreglan var um vikuskiftið í Vestmanna á bátastevnu, har løgreglan sjálv fór við sínum báti á staðið at kanna umstøðurnar.

Løgreglan var um vikuskiftið í Vestmanna á bátastevnu, har løgreglan sjálv fór við sínum báti á staðið at kanna umstøðurnar.



Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglufólk gingu runt á staðnum og kannaðu, at alt var í lagi. Áleið 30 bátar vórðu kannaðir. Har skuldi skipararnir millum annað blása í alkometur, so staðfestast kundi, hvussu høg promillan var.



Løgreglan kundi í 10 førum staðfesta, at promillan var ov høg og tí vóru skipararnir bidnir um at bíða tveir, tríggjar tímar áðrenn teir løgdu frá kei. Hetta ger løgreglan sum fyribyrgjandi arbeiði, og al oftast er tað eisini eftir ynski frá skiparunum sjálvum, so teir vita, hvussu standurin er.