Fleiri børn sleppa á Barnafestival

Triðja árið á rað, skipar Margarinfabrikkin fyri Barnafestivali í Grasagarði. Bæði í fjør og fyrra árið, var útselt til konsertina. -Fyri at geva enn fleiri børnum møguleika at sleppa á Barnafestival, er økið víðka, soleiðis at fleiri av tiltøkunum verða í Kommunuskúlagarðinum, greiða fyriskipararnir frá.

 

Barnafestivalurin verður leygardagin 3. juli, og høvuðsnavnið í ár er Jesper frá X-factor. Annars verður Ævintýraferðin, Trøllapætur, Kular Røtur, ung talent, el-bilar, søgufrásøgn, grill, andlitsmáling, smábarnaøki.