25 prosent av børnum og ungum í aldrinum 1-17 ár, sum hava eksem, liva við tí, sum danir rópa ”kontakt-allergi”. Tað vísir ein kanning, sum læknin og ph.d. lesandi, Anne Birgitte Simonsen, stendur aftanfyri.
”Kontakt-allergi” merkir, at børn og ung koma í samband við evni, tey ikki tola og tískil ikki burdu komið í samband við. Hetta er ikki bara synd fyri børnini, sum klóra og rusla sær. Hetta merkir eisini, at børn og ung restina av lívinum noyðast at hugsa um, hvørji evni tey hava rundan um seg.
- Ert tú fyrst vorðin ovurviðkvæmur yvirfyri einum evni, verður tú gjarna ovurviðkvæmur fyri evninum alt lívið. Virknaðurin kann tó vikna, sum tíðin gongur, um tú umgongst samband við evnið, ið elvir til trupulleikarnar, sigur Anne Birgitte Simonsen, sum starvast á Universitetssjúkrahúsinum í Århuus.
Hon heldur, at tað kanska ljóðar lætt at umgangast eitt evni, tú ikki tolir, men hetta kann vera serstakliga trupult. - Vandin er, at tú kanst gerast fongdur við kroniskum ella afturvendandi útbrotum við eksem. Tí er umráðandi, at foreldur ikki útseta børn fyri kemisk evni.
Kanningin, sum Anne Birgitte Simonsen stendur aftanfyri, fór fram árini 2003 til 2011 og fevndi um tilsamans 2.594 børn og ung í aldrinum 1-17 ár. Endamálið við kanningini var at staðfesta títtleikan av ”kontakt-allergi” millum børn og ung við eksemi.
Alt bendir á, at títtleikin við ovurviðkvæmi millum børn og ung er nógv øktur seinastu 30 árini. Orsøkin er, sigur læknin og granskarin, at nógv børn gerast ovurviðkvom, tí tey verða útsett fyri fleiri kemisk evni í dag enn áður. Ein onnur orsøk kann vera, at fólk eru vorðin meira varug við trupulleikan, og tí verða fleiri børn og ung kannað fyri ovurviðkvæmi.
- Fyri 30 árum síðan varð ikki hildið, at børn kunnu fáa kontakt-allergi, og tí vórðu nógv færri børn kannað tá enn í dag, sigur Anne Birgitte Simonsen.
Hon vísir á, at sjálvt tey yngstu børnini - heilt niður í eitt til fýra ár - kunnu fáa kontakt-allergi orsakað av evnum, tey verða útsett fyri. - Í høvuðsheitum snúgva hesi evni seg um nikkul, krom, kobolt, ymiskar pottar til blómur og ymisk haldevni. Millum børn úr fimm árum og eldri er orsøkin til kontakt-allergi oftast nikkul, krom, kobolt, parfuma og litevnið PPD.
Anne Birgitte Simonsen heldur onga orsøk vera til, at børn brúka fríðkanarevni ella kosmetik, ei heldur parfuma ella vørur við anga. Varsemi eigur eisini at vera víst við vørum, sum innihalda oljur við anga, tá hesar eisini kunnu elva til ovurviðkvæmi.
Læknin og granskarin leggur dent á, at tað serliga er eitt haldevni, sum børnini helst skulu stýrast uttan um, sum hon tekur til. Tað er evnið ”methylisothiazolinone”. Orðið er ikki at finna í føroyskum orðabókum, men evnið finst í kosmetikki, eitt nú í ymiskum smyrsli, hárvaski, sápu og í vætulappum til røkt av smáum børnum.
Hetta evnið hevur seinnu árini verið orsøk til tyngjandi tilburðir av eksem millum smábørn og vaksin.
- Onnur evni, sum fáa ávaringarklokkur at ringja millum granskarar, eru litir, gjarna svartir ella reyðbrúnir, sum innihalda evnið PPD, ið kann vera orsøkin til sera álvarsamar tilburðir av ovurviðkvæmi. Ráðini eru eisini ikki at lata børnini fáa sær tatoveringar í útlandinum, tí tað kann fáa stórar avleiðingar fyri tey, um tað vísir seg, at evnið PPD førir til ovurviðkvæmi, sigur Anne Birgitte Simonsen.
Ovurviðkvæmi er ein støða sum kemst av hypersensitiviteti, sum tað verður rópt og sum eisini merkir ovurviðkvæmi. Hypersensitivitetur viðførir eina óvanliga reaktión frá immunverjuni í kroppinum.
Ovurviðkvæmi er best kent millum børn og ung. Besta viðgerðin er at umgangast tað sum ger, at kroppurin gerst fongdur. Sagt verður, at ovurviðkvæmi oftast er arvaligt, og uppi í ovurviðkvæmi hongur vanliga astma, hoyfepur og barnaeksem.
Eru foreldur tíni fongd við ovurviðkvæmi, økist møguleikin fyri, at tú eisini mennir ovurviðkvæmi. Men, tað eru eisini børn, ung og vaksin, sum gerast ovurviðkvom, tó at eingin annar í familjuni hevur henda trupulleika. Kelda: Sundhed.dk