Fleiri børn komin aftur í skúla

Framhaldsdeildin hevur verið næstan tóm í seinastuni, men nú er frægari

Í gjár var ikki so tómligt á Venjingarskúlanum í Havn, sum tað hevur verið.

Katrin Ellingsgaard, varaskúlastjóri, sigur, at eisini á Venjingarskúlanum hevur framhaldsdeildin verið næstan tóm í seinastuni, men at fleiri næmingar nú eru nú komnir aftur í skúla hesa vikuna.

Hon heldur, at partvís eru næmingarnir farnir at møðast av støðini. Men partvís hevur hon eisini varhugan av, at tað eru foreldur, sum hava havt álvarsprát við børnini og fingið tey at skilt týdningin av at tey fáa undirvísing teir tímarnar, sum ikki eru verkfalsraktir.

Venjingarskúlin er annars hart raktir, tí har eru 17 av 41 lærarum í verkfalli.

Tað ber í sær, at fleiri flokkar als onga undirvísing fáa ímeðan aðrir fáa nógv skerda undirvísing.

Varastjórin sigur, at hon dugir ikki at smeta um, hvussu leingi hetta kann halda fram, uttan at tað fær álvarsligar avleiðingar fyri próvtøkuna.

Hon sigur, at várroyndin hjá allari framhaldsdeildini, uttan áttanda, var, áðrenn verkfallið var, men royndina hjá áttanda máttu tey avlýsa.

Tíggjundi flokkur er í starvsvenjing í løtuni, men nakrir av teimum næmingunum eru eisini raktir av verkfallinum.

Teir sleppa nevniliga ikki í starvsvenjing, tí fleiri arbeiðsgevarar hava tikið áheitanina frá sjeymanna bólkinum hjá fakfeløgunum til eftirtektar um, ikki at taka næmingar í starvsvenjing, so leingi verkfallið er

Katrin Ellingsgaard heldur, at vit eiga ikki at gloyma tey smáu børnini í hesum sambandinum.

? Nógv verður tosað um undirvísingin í framhaldsdeildini.

? Men vit skulu heldur ikki gloyma, at tey smáu hava heldur ikki fingið undirvísing nú í meiri enn ein mánað, og tað er eitt álvarsligt bakkast fyri tey, tí tíðin, sum er mist, fáast ikki aftur.

Hon sigur, at ein avleiðing av, at lærarnir bara gera sína tænastuskyldu, er, at tað ikki altíð verður keypt tilfar og annað, sum skúlin verður í uppisetri fyri.

Eisini teldurúmið er rakt, tí tær teldurnar, sum verða í óstandi, tær standa, til alt hetta er av.

So tað er eisini ein spurningur um tíð, áðrenn onki er at hava skúla til, av tí alt tilfar og alt annað er uppi, hóast tað verður nakað enn, áðrenn tað verður so galið á Venjingarskúlanum.