Gjáranáttina varð sløkkiliðið í París boðsent at koma til eitt av íbúðarhúsunum á horninum ímillum Boulevard Vincent og Rue Edmond-Flamand. Tá teir umleið hundrað sløkkiliðsmenninir høvdu fingið tamarhald á eldinum, høvdu 17 fólk latið lív, og 21 onnur vóru endað á sjúkrahúsi. Umleið helmingurin av teimum deyðu vóru børn.
-Fólk vóru ræðslusligin, og fleiri ætlaðu sær at leypa út ígjøgnum vindeyguni. Vit vóru heppin, men grannar okkara mistu børnini, segði ein av teimum bjargaðu kvinnunum við tíðindastovuna AFP.
Løgreglan í París sigur, at eldurin kyknaði á triðju hædd. Hann breiddi seg sera skjótt, so tá sløkkiliðið kom á staðið, var eldur í øllum teimum sjey hæddunum.
Fronsku fjølmiðlarnir søgdu í gjár, at húsini, sum brunnu, vóru bygd í 1920-árunum og í sera vánaligum standi. Sambært løgregluni búðu umleið 130 fólk í húsunum, og av teimum vóru næstan 100 børn. Øll vóru úr afrikonskum londum, tey flestu úr Mali og Senegal.
Fyri fýra mánaðum síðani var eldur í einum øðrum húsum í París, sum afrikanskir innflytarar búðu í. Ta ferðina doyðu 21 fólk, tey flestu vóru børn. Eisini tá skrivaðu franskir fjølmiðlar, at húsini vóru í sera vánaligum standi.









