13 býráðslimir manna býráðið, og av teimum ræður stívliga helvtin, ella sagt við øðrum orðum: 7 býráðslimir í samgongu sita við øllum valdinum. Hetta er ikki serliga demokratiskt.
Um borgarar í kommununi, bæði í og uttan fyri Havnina, skulu vera væl umboðaðir, eigur ein býráðslimur at verða valdur fyri hvørjar túsund íbúgvar. Hetta gevur uml. 19 býráðslimir. Tá verður borgarin væl umboðaður, og smærru økini fáa størri møguleika at fáa ávirkan á førda politikkin. Hetta fer at styrkja nærdemokratiið.
Hetta er eitt av málunum, ið eg fari at virka fyri.