Nógv tos og tjak, og lutvíst eisini atfinnandi røddir vóru frammi, tá kommunan fór undir hesa ætlanina.
Her varð skipað soleiðis fyri, at gjørdar vórðu 24 íbúðir til eldri fólk eftir tekningum hjá Fuglø Arkitektum.
Í dag er líkt til, at fólk eru fegin um hesar íbúðirnar. Í øllum førum er býráðið sinnað at fremja eina nýggja ætlan eftir sama leisti.
Seinasta summar samtykti býráðið nevniliga at fara undir 2. byggistig í hesi ætlanini - hesa ferð við 30 eldraíbúðum.
- Tørvurin á hesum íbúðunum er stórur og grundarlagið er til staðar. Tí ætla vit, at henda byggingin skal fara av bakkastokki sum skjótast, sigur Jórun Høgnesen, forkvinna í sosialu deild í Klaksvíkar býráði.
Býráðið hevur bíðað eftir at tann nýggja bústaðarlóggávan hjá landsstýrinum verður løgd fram og vónandi samtykt.
Henda lóggávan skal m.a. geva lutaíbúðum somu sømdir sum vanligir sethúsaeigarar hava, m.a. í samband við rentustuðul.
- Tá lógin er samtykt, fara vit av álvara til verka, sigur Jórun.
Ómakaleyst
Tá málið um framhaldandi bygging av eldraíbúðunum var frammi í fjør, varð víst á at omanfyri 70 fólk stóðu á bíðilista til hesar íbúðirnar.
Víst varð samstundis á, at bert 10 teirra vóru undir 60 ár, sum annars var treytin fyri upptøku.
Hinvegin so er ein stórur partur av tí fyrireikandi arbeiðinum longu gjørdur í sambandi við fyrsta byggistigið.
Á henda hátt verður tað rættiliga ómakaleyst at fara undir ta seinnu byggingina, sum verður norðanfyri tað verandi.
Tær 24 íbúðirnar á Kráarbrekku verða umsitnar sum ein sjálvsognarstovnur við egnari nevnd.
Tað verður eisini hesin stovnurin sum skal standa fyri bygging og fígging av teimum 30 komandi íbúðunum.









