Fleiri bíða eftir loyvum


Meðan Ahmed Davy Sylla sunnudagin spældi fyri B36 ímóti Skála, vóru aðrir spælarar í líknandi støðu sum hann, ið ikki spældu fyri feløgini, teir væntandi skulu umboða í ár
Argentinski spælarin Gunnar Nielsen kom saman við Sylla til Føroya fyri tveimum árum síðani, og hann skal spæla fyri GÍ í ár, men nýggja arbeiðs- og uppihaldsloyvið hjá honum er ikki komið upp á pláss enn, og tí valdi GÍ ikki at brúka hann sunnudagin.
Støðan er tann sama við øðrum spælarum. GÍ hevur havt ein útlendskan málverja uttan fyri, tí loyvini ikki vóru í lagi, og EB/Streymur hevur eisini bíðað við einum álopsspælara. Hesi loyvi komu upp á pláss undan vikuskiftinum.
B68 bíðar eftir loyvi til ein hollendskan spælara, KÍ skal hava loyvi til ein serbiskan spælara, og HB skal væntandi hava loyvi til ein nýggjan serbiskan spælara.
 
HB og Skála mistu
Skála misti í vetur miðvallarspælaran Nenad Stankovic, tí hann fekk ikki sítt uppihalds- og arbeiðsloyvi longt, og tað sama er við Milan Kuljic, sum skuldi spæla fyri HB, hann fær heldur ikki sítt arbeiðs- og uppihaldsloyvið longt. HB og Skála mugu tí klára seg uttan hesar profilar í ár, hóast teir í grundini hava standandi spæliloyvi frá FSF.
FSF hevur havt tann politikkin, at teir kanna ikki viðurskiftini hjá einum útlendskum spælara, eftir at hann av fyrstan tíð hevur fingið spæliloyvi frá teimum.
Einki mál um ein útlendskan spælara, sum hevur spæliloyvi í einum føroyskum felag, men hevur mist fortreytirnar fyri hesum spæliloyvi, er áður roynt í Dómsnevndini hjá FSF.