Tað er nógvur vindur í morgun, og Strandfaraskip Landsins hava gjørt av, at Bygdaleiðir koyra ikki fyrstu túrarnar í morgun.
Strandfaraskipið Teistin hevur heldur ikki siglt fyrstu túrarnar í morgun, men hjá SSL vóna tey, at siglt kann verða aftur túrin úr Skopun á Gomlurætt klokkan 10.30.
- Um viðrar, verður siglt klokkan 10.30, eru boðini á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins í løtuni.
Hjá Smyrli eru eisini broytingar í morgun.
- Smyril siglir av Krambatanga klokkan 10 og av Havnini og suður aftur klokkan 13.
Strandfaraskip Landsins rokna við, at ferðaætlanin hjá Smyrli fyri restina av degnum fer at halda, soleiðis sum útlitini eru í løtuni.