Fleiri avlýsingar og broytingar í samferðsluni í dag

Nógvur vindur og teknisk brek ávirkar bæði koyring og sigling

Smyril hevur tekniskt brek í dag

Nógvastaðni er heilt fitt av vindi í dag og tað ávirkar samferðsluna í dag. Bæði koyring hjá Bygdaleiðum og sigling hjá Strandferðsluni, er ávirkað.

 

Men tekniskt brek ger seg eisini galdandi. Smyril hevur tekniskt brek og tískil siglur hann ikki túrarnar mitt í dag. Hann liggur nevniliga framvegis í Havn og siglur ikki aftur fyrr enn eftir galdandi ferðaætlan í kvøld.

 

Fámjinsskarð er eitt tiltikið vindhol og Bygdaleiðir hava avlýst alla koyring til og úr Fámjin í dag. Annars eru fleiri aðrar rutur hjá Bygdaleiðum avlýstar, ella í hvussu so er, eru broytingar væntaðar.

 

Tað verður heldur eingin sigling út í Hest beint eftir náttúrða í kvøld og sum heild gevst Teistin at sigla ímillum Skopum og Gamlarætt um náttúrðaleitið í kvøld og Hasfjord siglur heldur ikki í dag.  

 

Smyril hevur tekniskt brek í dag