Tað er rættiliga nógvur vindur í dag, og veðrið verður enn verri seinni í dag. Og tað hevur elvt til, at summastaðni kemur ólag á samferðsluna í dag.
Strandferðslan sigur, at fyribils ongin sigling á Skúvoyarleiðini, og Smyril gevst somuleiðis at sigla nú, og fer ikki av Havnini aftur fyrrenn klokkan 21 í kvøld.
Bussarnir hjá Bygdaleiðum í Suðuroy gevast eisini at koyra fyribils og tað sama gera bussarnir úr Klaksvík til Kunoyar og til Viðareiðis.