Tey, sum ætla sær við flogfari í Danmark, mugu brynja seg við toli, tí fleiri flogvøllir hava trupulleikar av kava og ísi við tí úrsliti, at fleiri ferðir eru avlýstar ella seinkaðar.
Í Keypmannahavn noyddust myndugleikarnir at avlýsa 30 av teimum 400 komunum og fráferðunum, og flestu ferðir hava verið umleið ein tíma seinkaðar.
-Tað hevur kavað einar 20 tímar út í eitt, og tá fáa flogvøllirnir trupulleikar, og kavaveðrið fer í hvussu er at órógva flúgvingina alt hetta samdøgrið, sigur Søren Hedegaard Nirlsen hjá Københavs Lufthavn.
Flogleiðslan vónar, at flúgvingin kann koma aftur í rættlag í morginári.










