WikiLeaks, sum herfyri almannakunngjørdi meiri enn 400.000 loynilig skjøl frá amerikonsku krígsførsluni í Irak, hevur ætlanir um at almannakunngera nógv fleiri skjøl afturat í næstum.
WikiLeaks upplýsti á Twitter í morgun, at næstu ferð verða næstan tríggjar milliónir loynilig skjøl almannakunngjørd. Einki verður sagt um, hvat skjølini snúgva seg um, men WikiLeaks sigur tó, at avdúkingarnar fara at broyta heimin teir næstu mánaðirnar.
Leiðarin í WikiLeaks, Julian Assange, er eftirlýstur um allan heimin, eftir at svensku myndugleikarnir hava skuldsett hann fyri neyðtøku, annan kynsligan ágang og tvang.









