Fleiri avboð á U21-landsliðnum

Tríggir spælarar afturat hava givið avboð og tríggir nýggir eru úttiknir

Tað eru avbjóðandi tíðir í samband við landsliðsúttøkurnar. Bæði skaðar og koronastøðan ger, at U21-landsliðið hevur fingið fleiri avboð, sum nú merkja at fýra nýggir spælarar hava fingið U21-landsliðsboð.

Noah Meney (Víkingur), Ragnar Samuelsen (B36), Arnbjørn Svensson (Víkingur) og Janus S. Samuelsen (AB) avloysa Jákup B. Andreasen (KÍ), Ólav Niclasen (KÍ), Hugin Samuelsen (B36) og Mórits Heina Mortensen (NSÍ).

Andrias Edmundsson spælir í spanska Águlias FC. Spania er hart rakt av koronasamittuni og tí er ikki møguligt at úttaka hann. Hetta síggja vit eisini við Kaj Leo í Bartalsstovu, sum hevur givið avboð til A-landsliðið, tí hann skal í sóttarhald.

Ein annar, sum er raktur av umstøðunum kring koronaumstøðurnar er Ólavur Niclasen úr KÍ. Hann skal gera sveinastykkið í komandi viku, men tað er ikki møguligt at verða í hópinum, og verða í sambandi við onnur fólk. Tí kann hann ikki verða partur av hópinum, gera sveinstykkið, og verða partur av hópinum aftur.

Jákup B. Andreasen er farin upp á A-landsliðið, meðan Mórits Heini Mortensen bleiv skaddur í økslini, tá NSí spæli í Europa League móti Aberdeen hóskvøldið. Tí hevur Sámal Erik Hentze sent boð eftir fýra nýggjum spælarum. Hópurin sær nú soleiðis út:

Hópurin:

Rói Mørk Hentze, B36

Rói Zachariassen, EB/Streymur

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Ari Olsen, Víkingur

Noah Meney, Víkingur

Bjarni Petersen, B36

Mads Mikkelsen, HB

Samuel Johansen Chukwudi, HB

Arnbjørn Svensson, Víkingur

Andri Benjaminsen, B68

Magnus Holm Jacobsen, B36

Ragnar Samuelsen, B36

Janus S. Samuelsen, AB

Lukas Giessing, AB (Danmark)

Jonn Johannesen, KÍ

Stefan Radosavljevic, B36

Petur Knudsen, NSÍ

Hannes Agnarsson, B36

Pætur Petersen, HB

Steffan Løkin, NSÍ