Fleiri av manningunum tiknir

Seks av manningini á teimum báðum skipunum, sum stoyttu saman í havnini í Hongkong í gjár, eru nú handtiknir. Lai Tung-kwok, trygdarmálaráðharri, segði seinnapartin, at løgreglan hevur tikið tríggjar av hvørjari manning í sambandi við vanlukkuna. Sum skilst eru teir skuldsettir fyri at hava komið øðrum í lívsvanda.

Samstundis segði ein talsmaður fyri myndugleikarnar, at tað kann væl hugsast, at onkur verður tikin afturat.

Annað skipið sakk aftan á samanstoytin, og higartil hava myndugleikarnir staðfest, at vanlukkan kravdi minst 37 mannalív. Hetta er tann ringasta vanlukkan á sjónum í Hongkong síðani 1971, tá ein ferja, sum var á veg úr Hongkong til Macao, sakk í ódnarveðri.