Fleiri arbeiðsleysar kvinnur enn menn

Men talið av arbeiðsleysum minkar meira hjá kvinnum enn monnum.

Sambært seinastu hagtølunum frá Hagstovu Føroya, so er arbeiðsloysistalið lægri nú, enn tað hevur verið seinastu seks árini.


Samlaða arbeiðsloysistalið er fyri september 2,7 prosent, og serliga eru tað menninir, ið hava nokk at gera. Arbeiðsloysið hjá monnum er 2,1 prosent, meðan tað hjá kvinnum er 3,4 prosent.


Hagtølini vísa tó, at arbeiðsloysið millum kvinnur lækkaði meira frá august til september, enn tað hjá monnum. Í hesum tíðarskeiðið minkaði prosentalið av arbeiðsleysum kvinnum við 0,3 prosentstig, meðan prosenttalið av arbeiðsleysum monnum minkaði við 0,2 prosentstig.


Sambært Hagstovuni, so er tað ikki óvanligt, at arbeiðsloysið er lægri hjá monnum enn kvinnum. Seinastu tíggju árini var tað bara eitt tíðarskeið í 2008-2009, tá arbeiðsloysið var skjótt veksandi, at arbeiðsloysið var størri millum menn enn kvinnur.