?Framtaksgrunnurin hevur ongi ynski um at savna nakra framleiðslu, ella virksemi av nøkrum slagá ávísum støðum í landinum.
Sigur Niels Dann West, stjóri í Framtaksgrunni Føroya
Hann sigur hetta í eini viðmerking til, at politikarar og onnur fleiri ferðir hava nevnt, at íløgurnar hjá Framtaksgrunninum viðføra eina miðsavning av arbeiðsplássum í miðstaðarøkinum.
Niels Dann West sigur, at Framtaksgrunnurin ynkir ikki at savna nakra framleiðslu, ella virksemi av nøkrum sum helst slag í ávísum støðum í landinum.
?Einasta treyt okkara er, at íløgurnar í longdini verða mettar sum burðardyggar, uttan mun til hvar í landinum tær eru.
? Tað er óvað eisini besta trygd fyri økismenning ella bgdamenning, at hon er bygt á eitt stekrt og sunt vinnulív, sigur stjórin.
Íløgurnar spjaddar
Niels Dann West sigur í viðmerkingini, at ein háttur at máta, hvussu íløgurnar hjá Framtaksgrunnin eru spjaddar, er at hyggja eftir, hvar í landinum arbeiðsplássini í fyritøkum, sum grunnurin antin eigur einsamallur, ella eigur í, saman við øðrum, eru.
Hann sigur, at higartil hevur Framtaksgrunnurin gjørt íløgur í fyritøkur við tilsamans 660 fulltíðarstørvum.
Hesi arbeiðspláss eru býtt soleiðis kring um í landinum:
Suðurstreymoy
180 Arbeiðsplás
11 promillu av fólkatalinum
Norðurstreymoy 100 arbeiðspláss
29 promillu av fólkatalinum
Vágar 80 arbeiðspláss
30 promillu av fólkatalinum
Eysturoy 180 arbeiðspláss
18 promillu av fólkatalinum
Suðuroy120 arbeiðspláss
24 promillu av fólkatalinum
Sum tølini vísa, sæst, at sammett við fólkatali, eru Vágar, Norðurstreymoy og Suðuroyggin betri umboðaðar enn Suðurstreymoy og Eysturoy, sigur Niels Dann West.










