Fleiri arbeiðspláss í Fuglafirði

Dánjal Vang, varaborgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, er sera fegin um, at Bakkafrost Processing nú er farið undir at virkar vørur úr laksi í Fuglafirði.

- Húsið, har góðskaðar laksavørur áður hava verið framleiddar, hevur staðið stongt í longri tíð. Men Bakkafrost Processing hevur nú sett húsið í fullgóðan stand, so tað lýkur øll krøv, sum marknaður og myndugleikar krevja. Nútímans tøkni er sett upp og farið er undir framleiðslu av luksus laksavørum, ið eru klárar at leggja í frystidiskin hjá teimum heilt stóru handilsketunum á kontinentinum.

Tað sigur ein fegin, Dánjal Vang, við Portalin.

Hann leggur aftrat, at Kári E. Jacobsen er manager hjá Bakkafrost Processing, og Jógvan Martin Hansen er formaður fyri deildini hjá felagnum í Fuglafirði, har 30 fólk arbeiða.

- Góðir møguleikar eru fyri at víðka um framleiðsluna til tvær vaktir, so 60 fólk kunnu arbeiða á virkinum. Eins og hini virkini í Fuglafirði, virkar Bakkafrost Processing lokalt og handlar globalt, sum varaborgarstjórin tekur til.

Dánjal Vang sigur, at Bakkafrost-samtakið brúkar "Corporate Governance", sum stendur fyri góðari leiðslu av felagnum, har farið verður væl um arbeiðsfólk, viðskiftafólk - og at felagið vísir sosiala ábyrgd.

- Alt má gerast til tess, at virkið vinnur nógvan pening, men samstundis skulu teir menniskjansligu eginleikarnir mennast. Royndir vísa, at gert tú nógv við hesi bæði tingini, fært tú eitt nógv betri úrslit, enn áður hevði verið roknað við. Hetta er tað, sum rópt verður "Human Ressource Management".

Varaborgarstjórin vísir á, at arbeiði verður til nógvar hendur, um tað fer at gangast, sum leiðslan vil, og hetta skapar trivnað og gleði í bygdini.

- Fuglfirðingar vilja gera alt tað, teir eru mentir, so tað fer at gangast felagnum væl, sigur Dánjal Vang, varaborgarstjóri, nú Bakkafrost Processing er farið undir at virka laksavørur í Fuglafirði.