Fleiri arbeiðandi hendur

Frá mars 2015 til mars 2016 vaks talið av løntakarum í Føroyum úr 24.274 til 24.978, ið er ein vøkstur á 704 løntakarar. Í prosentum er talan um ein vøkstur á 2,9 prosent. Tað skrivar Hagstova Føroya í dag.


Vøksturin í talinum av løntakarum byrjaði miðskeiðis í 2013, og hevur talan verið um ein javnan vøkstur síðan. Umleið 40-50 løntakarar eru lagdir aftrat hvønn mánað, skrivar Hagstovan.


Vøksturin er eisini deildur út á allar høvuðsbólkar, tó at tað neyvan kemur óvæntað á nakran, at tað serliga er byggivinnan, ið gongur á odda.


Meðan vøksturin í øllum høvuðsvinnubólkum er yvir tvey prosent, so er vøksturin sjey prosent í byggivinnuni. Í mars starvaðust nevniliga 3.477 løntakarar í byggivinnuni, ið er 228 løntakarar fleiri enn mars 2015.


Tað er tó enn langt á mál til, at nýtt met verður sett í talinum av løntakarum í byggivinnuni. Metið er frá 2007-2008, tá nærum 3.900 løntakarar vóru í byggivinnuni, upplýsir Hagstovan.