Aksel Haraldsen, dagligur leiðari á Televarpinum sigur, at tað hevur víst seg, at tær antennurnar, sum fólk hava, í fleiri førum ikki megna at taka signalið frá Televarpinum niður. Fyrst hildu tey á Televarpinum, sum av hesi somu orsøk setti eykafólk inn at arbeiða, at trupulleikin var við teirra skipan. Men tað vísti seg í teimum flestu førunum, at tað vóru antennurnar hjá fólki, sum ikki megna at taka signalið frá Televarpinum, sum sendir frá tí hægra endanum av UHF-bandinum. Tað var ikki ein trupulleiki við Rás Tórshavn, tí hon sendi frá tí lægra endanum.
- Vit hildu, at tær nýggjaru antennurnar, sum fólk hava ognað sær til tess at kunna síggja Rás Tórshavn kundu taka alt UHF bandið í nógv størri mun, men tað hevur so víst seg nú, at tað gera tær ikki, sigur Aksel Haraldsen, sum sjálvandi harmast støðuna. Men hann leggur afturat, at tað kann í flestu førum verða nóg mikið hjá fólki at ogna sær eina inni antennu, tí signalið frá Televarpinum er so mikið sterkt.
Hann sigur eisini, at tey vóru greið yvir, at tað møguliga fór at verða ein trupulleiki við antennunum, men tey vistu ikki av, at trupulleikin fór at vera so umfatandi, sum hann nú hevur víst seg at vera.
Eini gott 500 fólk høvdu inntil mánadagin ognað sær ein móttakara frá Televarpinum, og um vikuskiftið var rættiligur telefonstormur, tí fólk gjørdu vart við, at tey ikki sóu nakað. Televarpið setti eykafólk inn, sum so fóru út til viðskiftafólkini at kanna viðurskiftini, og tað kom so fram, at tað vóru antennurnar í flestu førunum, sum eru trupulleikin.
Aksel Haraldsen ásannar, at hetta er ein strika í rokningini í boðskapinum um at fólk bara nýttust at ogna sær ein móttakara fyri at síggja Televarpið, men nú mugu fólk, sum ikki síggja, so eisini keypa eina antennu.
Tryggja góða byrjan
Televarpið hevur keypt 5.000 móttakarar inn, og 3.000 eru komnir til landið. Hinir 2.000 koma síðst í árinum. Tað hava tey valt at gera fyri at tryggja eina so góða byrjan sum møguligt.
- Vit hava tí valt fyri fyrst at siga, at hetta er móttakarin, tí vit vita frá kanningum, at hesin virkar til okkara skipan, sigur Aksel, sum tó leggur afturat, at um fólk hava ein nýtiligan móttakara, so kann hann væl nýtast, men haldið má keypast frá Televarpinum.
Hann væntar, at fólk fara at hugsa seg um, áðrenn tey gera av, hvat tey nú vilja síggja, og hvar tey keypa tænastuna.
- Tey eru von við, at tað hevur verið Sjónvarp Føroya og Rás Tórshavn, men nú standa fólk í høvuðsstaðarøkinum við valinum millum parabol og Televarpið. Eg trúgvi tey fara at viga fyrimunir og vansar móti hvørjum øðrum, og síðani taka avgerðina út frá tí, sigur Aksel Haraldsen, dagligur leiðari á Televarpinum, at enda.