- Seinastu tíðina hava vit kunna staðfest ein støðugan vøkstur í fólkatalinum her í kommununi, sum bæði sæst aftur í tí samlaða talinum av íbúgvum, og ikki minst eisini er barnatalið økt hesa seinastu tíðina, sigur Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung hjá Klaksvíkar kommunu.
- Í januar og februar hava 19 børn fingið pláss í barnaansingini, sum er eitt væl hægri tal enn vanligt hesa tíðina av árinum. Hetta er gjørt við at uppnormera í barnagørðum og dagrøktini, men hetta hevur ikki munað nóg væl, tí samstundis eru 12 nýggj børn komin á listan í januar og februar, sum hava tørv á plássi beinanvegin.
- Eg kann ikki annað enn fegnast um hesa góðu gongdina, sum eisini sæst aftur í hagtølunum. Her kann eg nevna, at frá 2009 til 2013 vórðu íalt 271 børn fødd í Klaksvíkar kommunu, men í dag telja hesir árgangir 332 børn. Altso er økingin vegna tilflyting 61 børn hetta tíðarskeiðið, og tað er gleðiligt, sigur Jóhann Lützen.
Á býráðsfundinum 26. februar samtykti býráðið einmælt tilmælið frá trivnaðarnevndini børn & ung og fíggjarnevndini um nú beinanvegin at økja barnaansingina við hesum íalt 27 dagstovnaplássum, sum verða fíggjaði við einari eykajáttan.