Fleiri enn 300 amerikanskir ríkisborgarar eru higartil fluttir úr Gaza.
Tað verður sagt í Hvítu Húsunum, og tað er tíðindastovan, CBS News, sum endurgevur.
Roknað verður við, at eitt ávíst tal av amerikanskum ríkisborgarum framvegis er eftir í Gaza.
Seinastu vikuna hevur marknaðliðið millum Gaza og Egyptaland partvís verið opið.
Útlendingar, palestinar við dupultum ríkisborgararættindum og eitt ávíst tal av illa løstaðum úr Gaza eru sloppin til Egyptalands.
CBS News veit eisini at siga, at umleið 100 fólk við breskum ríkisborgararættindum eisini eru sloppin úr Gaza.
Tað eru fleiri lond, sum hava hjálpt sínum ríkisborgarum úr Gaza, nú krígsstøða er, meðan onnur lond ikki hava verið eftir sínum borgarum.