Fleiri altjóða dystir

Verður nýggja ætlanin við UEFA Cup kappingini veruleiki, kann hetta merkja, at føroysku umboðini fáa í minsta lagi 6 altjóða dystir um árið

Altjóða fótbóltur


Her á landi er vit so við og við vorðin von við, at føroyska luttøkan í altjóða fótbólti á felagsstøði er avmarkað til tveir dystir um árið hjá okkara umboðum.

Aloftast er mótstøðan ov sterk í hesum dystum, og hóast talan í fleiri førum hevur verið um góð úrslit, so hevur hetta tó ikki rokkið til samlaðan sigur.


Nýtt uppskot

Sum ein avleiðing av ætlanini hjá fleiri europeiskum feløgum at gera sonevndu »Atlants-liguna«, hevur UEFA nú arbeitt við ætlanum um at umskipað UEFA-Cup kappingina.

Tað uppskot, sum nú liggur á borðinum, inniber, at liðini í fyrsta umfarið verða koyrd í innleiðandi bólkar. Fýra lið í hvønn bólkin. Hetta vil innibera, at liðini fáa fleiri dystir, áðrenn tey møguliga verða sligin úr kappingini.

Enn er talan tó bert um eitt fyribils uppskot, men skal metast eftir fyrstu viðmerkingunum, eru góðir møguleikar fyri, at uppskotið verður góðtikið. Millum annað hevur enska fótbóltssambandið sýnt uppskotinum stóran áhuga.