Fleiri álop við iranskum dronum í Ukraina

- Vit hava eingi tekin sæð til, at Russland ætlar sær at gevast við krígnum í Ukraina, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin.

Í kvøld sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, at fleiri av russisku álopunum í Ukraina eru framd við iranskum dronum.

 

Tað sigur hann sambært tíðindastovuni, Reuters.

 

Antony Blinken sigur eisini, at um USA einaferð hevur okkurt týdningarmikið at siga við Russland, sum fer USA at gera tað. 

 

Men, soleiðis sum støðan er í løtuni, heldur uttanríkisráðharrin, at partarnir eru ov langt frá hvørjum øðrum til at hava diplomatiskar samrøður.

 

Antony Blinken heldur eisini, at russiski forsetin, Vladimir Putin, heldur seg undan við at samskifta við USA.

 

- Men, her í USA vilja vit meta um allar møguleikar til slíkar samrøður millum londini, sigur uttanríkisráðharrin sambært Reuters.

 

Hann eisini aftrat, at í USA hava tey eingi tekin sæð til, at Russland hevur áhuga í at gevast við krígnum í Ukraina.

 

##med2##

 

 

 

Tað er hesin, sum er byrjaður kríggið, og tað er hesin, sum einaferð noyðist at enda kríggið.