Fleiri almenn w.c í Klaksvík

Undir skýlinum hjá K.Í finnast nú trý nýggj almenn w.c. til ferðafólk og onnur at nýta

Almenn w.c.
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík:
Ferðafólk ymsastaðni frá hava ofta klagað um, at eingi w.c. eru at finna í Klaksvík til teirra at nýta. Serliga hevur hetta verið ein trupulleiki hjá teimum, ið bert vitja býin á einum heildagstúri ella minni.
Tvey onnur almenn w.c. hava verið í býnum gjøgnum eina tíð, men hesi hava verið í so vánaligum standi, at eingin hevur tímað at gjørt nýtslu av teimum.
Tey eru nú gjørd í stand av nýggjum, samstundis sum trý nýggj w.c. eru gjørd í skýlinum við vølllin í Klaksvík.
Tað er Klaksvíkar Kommuna, sum hevur gjørt hesi nýggju w.c.ini, og hevur kommunan eisini ábyrdina av teimum. Ein umsjónarmaður er settur at hava eftirlit við teimum, og er tað hesin maður, sum letur w.c.ini upp um morgunin, og læsir dyrnar, tá náttin nærkast.
- Vit hava valt ikki at hava w.c.ini opin um náttina. Hetta fyri at sleppa undan, at herverk verið gjørt, siga tey frá kommununi.
Í skýlinum finst eitt w.c. fyri mannfólk, eitt fyri konufólk og eisini eitt fyri tey, ið bera brek av einum ella øðrum slagi.
Eisini eru ætlanir um at gera enn fleiri umvælingar við tað w.c.ið, sum finst á Biskupstøð.
Millum annað skal ein rampi gerast á tí ovari síðuni, so at w.c fær sína egnu inngongd, og ikki sum nú hevur somu inngongd, sum handilin hjá Heimavirkinum.
Hesin rampi gevur so eisini fólki í koyristóli møguleika at gera nýtslu av w.c.inum.
Almennu w.c.ini hjá Klaksvíkar Kommunu eru opin hvønn dag gjøgnum alla summarhálvuna.