Fleiri aktørar skapa nýhugsan og bíligari streym til føroyingar

– Tíðin hevur leingi verið búgvin til, at politiski myndugleikin tryggjar, at fleiri aktørar sleppa inn á el-veitingarmarknaðin, so nýhugsan kemur í hásæti, og el-prísir lækka

– Tíðin hevur leingi verið búgvin til, at politiski myndugleikin tryggjar, at fleiri aktørar sleppa inn á el-veitingarmarknaðin, so nýhugsan kemur í hásæti, og el-prísir lækka

 

Tað sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í P/F Røkt í Vestmanna, sum eigur og rekur vindmyllur, sum framleiða streym til netið hjá SEV.

 

Í morgin verður aðalorðaskifti á tingi í sambandi við frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í Tingskipanini um elorkuøkið. Í hesum sambandi hevur Røkt sent út sínar hugsanir um, hvussu kapping kann skapast á el-veitingarøkinum.

 

Røkt skrivar soleiðis:

 

»Samstundis, sum Løgtingið hevur aðalorðaskifti um el-veiting í Føroyum, er føroyski marknaðurin fyri el-veiting á einum vegamóti.

 

- Nú er tíð uppá at koma víðari. Eftir 8 ár við galdandi lóggávu er rætt at lata el-marknaðin veruliga upp. Fleiri aktørar mugu sleppa inn at kappast til gagns fyri føroyska brúkaran. Alternativið er, at Føroyar flyta seg aftur í gomlu monopolstøðuna, har ið menningin aftur dovnar.

Tað sigur stjórin í orkufelagnum Røkt, Jóhan í Niðristovu. Hann vísir landspolitikarum á, at hóast lóggávan formliga loyvir fleiri framleiðarum á el-marknaðin, er tað bert galdandi á pappírinum.

 

- Veruleikin er, at um føroyski brúkarin - vit øll - skulu fáa gleði av nýhugsan, øktum dynamikki og bíligari streymi, so má marknaðurin latast veruliga upp, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri.

 

Í frágreiðing, sum Røkt hevur latið løgtingslimum og júst nú almannakunngjørt, er ein røð av fyrimunum við fleiri aktørum, m.a.: størri innovatión; meiri framleiðsla úr varandi orkukeldum; lægri og sambæriligir brúkaraprísir; størri virksemi og størri virðisskapan í el-veitingarvinnuni.

 

Røkt hevur m.a. hesi tilmæli til framtíðar el-orkupolitikk Føroya:

·      Endurskoða reglur um at lata framleiðsluloyvir fyri at fáa eina meira dynamiska vinnu

·      Útbjóðingartreytir mugu stilla bjóðarar líka

·      Lata upp fyri meiri brúkarastýring og prísdifferensiering

·      Lættari at elektrifisera orkunýtslu

·      Myndugleikavgerðir mugu takast nógv skjótari

·      Landsstýrið eigur at taka sær størri ábyrgd av elveitingarmarknaðinum

·      El-net og systemábyrgd eiga at leggjast í eina juridiska eind fyri seg

·      Røkt eigur – eftir 10 ára bíðitíð – at sleppa til verka við síni pumpuskipan«

 

Frágreiðingin hjá Røtk kann heintast VIÐ AT TRÝSTA HER