Fleiri ætlanir um at bøta um trygdina á sjónum

Fleiri uppskot fara at verða løgd fyri Løgtingið í vetur

Nú skulu fleiri tiltøk setast í verk fyri at bøta um trygdina á sjónum.

Tað upplýsir Johan Dahl í morgun.

Hann sigur hetta, eftir harðar atfinningar frá Páll á Reynatúgvu, tingmanni í løgtinginum í morgun.

Eftir sorgarleikin umborð á garnabátinum, Anitu, í morgun, hevði Páll á Reynatúgvu hevði væntað eitt útspæl frá samgonguni um, hvussu vit bøta um trygdina á sjónum.

 

Les eisini: Eg visti ikki um eg skuldi smíla ella gráta

 

Men Johan Dahl sigur, at arbeitt verður við at broyta reglurnar um kunngerð á sjónum.

Han sigur, at í hesum sambandi verður arbeitt við at broyta reglurnar, eitt nú um manningrlógir og reglurnar um at geva bót fyri at bróta lógina, verða smidligari.

Hann sigur, at somuleiðis er ætlanin at broyta sjóvinnulógina sum heild, tí hon hevur verið óbroytt leingi.