Hóast venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, ikki hevur ætlað at keypt nýggjar spælarar til felagið, verður hann í øllum førum noyddur at brúka aðrar, enn hann er vanur við, tí skaðalistin hjá felagnum sær ikki út til at styttast. Síðstu dystirnar henda mánaðin noyðist liðið møguliga at klára seg uttan Abou Diaby, sum er skaddur í beininum, og Bacary Sagna, sum hevur trupulleikar við økslini.










