Í Sosialinum í dag sigur Niklái Nysted, stjóri í Knassum, sum eigur og rekur portal.fo, at felagið hevur fingið tilført pening, og at avtala er gjørd um alla skuld. Eisini sigur stjórin, at øll lønarviðurskifti hjá felagnum er komin upp á pláss..
Knassar hevur júst almannakunngjørt roknskapin fyri farna roknskaparár, og hesin vísir stórt hall, umframt at grannskoðanin beinleiðis mælir frá at samtykkja roknskapin, tí grannskoðarin ikki er samdr í, at felagnum er lív lagað.
Felagið Føroysk Miðlafólk sigur hinvegin, at tað ikki er rætt, tá stjórin í Knassum sigur, at lønarviðurskiftini eru komin upp á pláss.
Føroysk Miðlafólk sendu í fjør yvirlýsing út, har heitt var á limir teirra um at hava skrivliga váttan fyri setunarviðurskiftum sínum, um tey starvaðust fyri Knassar. Og enn tykist tað ikki, sum hava fjølmiðlafólkini álit á fyritøkuni.
Lesið eisini: Grannskoðarin trýr ikki leiðsluni
- Vit hava staðfest, at leiðslan í Sp/f Knassum ferð eftir ferð hevur givið lyfti um bót og bata, men einki hendir. Tað passar snøgt sagt ikki, lønarviðurskiftini eru fingin í rættlag, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, nevndarlimur í Føroysk Miðlafólk, við Sosialin, sum kann keypast í leysasølu í kvøld.
Eisini sigur hann, at nøkur krøv eru send rættinum, og at fleiri krøv eru ávegis.
Til ber eisini at lesa teldutøku útgávuna av blaðnum HER.