Fleetwood Mac-guitaristur funnin deyður

Bob Welch, sum var ein partur av rockbólkinum Fleetwood Mac í 1970-árunum, varð í gjár funnin deyður í heimi sínum í amerikanska býnum Nashville. Løgreglan sigur, at hann hevði skotið seg, og at hann hevði lagt eitt sjálvmorðsbræv eftir seg. Bob Welch var 66 ára gamal, nú hann doyði.

 

-Vit kanna málið sum eitt sjálvmorð, og tað er einki, sum bendir á, at talan er um nakra brotsgerð, sigur talsmaðurin hjá løgreglunií Nashville.

 

Bob Welch spældi guitar og sang kór í Fleetwood Mac frá 1971 til 1974, men tað var ikki, fyrr enn Bob Welch var farin burturúr, at Fleetwood Mac av álvara fór at gera um seg á altjóða rockpallinum. Bob Welch helt fram fyri seg sjálvan, og í 1970-unum og 1980-unum gav hann seks plátur út.

 

Hetta er aðru ferð í ár, at ein limur í gamla Fleetwood Mac doyr. Tann fyrri var Bob Weston, sum eisini spældi guitar. Hann í januar 64 ára gamal.