Flatur skattur tekur frá fátøkum og gevur teim ríku

Bakmenninir handan flatan skat ganga harðliga ímóti útjavnan og javnstøðu. Teir lovprísa marknaðarkreftunum, sum í sær sjálvum skapa ójavna, og av somu orsøk má ójavni rættvísgerast.

Og tá teir soleiðis einvíst arbeiða fyri meiri markna og minni almennum rásarúmi, so mugu teir idealisera ójavnan við t.d. at fasthalda, at tey veikaru støddu eru veik eftir egnum vali, og tí eru tey bert í eini sjávvaldari støðu.
Við at taka progressiónina úr skattaskipanini vil flatur-skattur (flat-tax) fyrst og fremst koma teim hægru inntøkunum til góðar, meðan sparingarnar orsaka av umbýti og vælferð, sum skal fíggja reformin, serliga fer at tyngja tær lægru inntøkurnar.
Uppskotið handlar stórt sæð einans um góðan gamlan borgarligan áhugapolitik: at taka frá teim fátæku og geva teimum ríku.
Tí vøkstur og vælferð eru og verða einans skapt í tøttum samspæli millum vælferðarlandið og marknaðin, millum tað almenna og tað privata - ongantíð bert av tí eina partinum. Tað er prógvað og alment kent víða um, har mong hava norðurlendska vælferðarsamfeløgini sum fyrimynd.
Men stættarstríðið heldur áframm. Høgrafalangsin ger seg til reiðar til nýggj álop fyri at tiltuska sær og sínum størri part av samfelagsvirðunum , sum hini - sum annars eru verri fyri - skulu gjalda so ella so.
Hetta má ikki henda.
Men tað krevur av okkum øllum, ið ikki vilja hava tílíka ella aðrar líknandi asosialar loysnir, at vit eru og verða vakin og stríðsklár í politiskum høpi og ikki lata okkum verða lumpaði og/ella lirkaði m.a. av úlvum í seyðaklæðum. Og besta verjan er ikki at halda hetta ella hitt, men at hava ella skaffa sær vitan um tey ymsi málini, ið verða hildin upp fyri okkum við umbøn um stuðul. Tí stuðulin kann gott vera til stóran skaða ja, í ringasta føri til okkara egna undirgang.
Flatur-skattur er við øðrum orðum annars tað, sum danir kalla fyri "dødens pølse".
Tey, ið vilja lesa meira um sama emni, kunnu t.d. lesa bókina eftir Henrik Herløv Lund: Ulighed er spild. - Bókin er komin sum e-bók á felagnum Alternativ; hon kan downloades á www.henrikherloevlund.dk < HYPERLINK "http://www.henrikherloevlund.dk" www.henrikherloevlund.dk>