Flatskermur festi eld í hús

Var hetta hent um náttina ístaðin fyri mitt um dagin, hevði húsfólkið neyvan yvirlivað, staðfestur løgreglan

- Var hetta hent um náttina, eri er rættiliga vísur í, at maðurin í húsinum hevði ikki yvirlivað.

Tað er niðurstøðan hjá Michael Gram, løgreglumanni í Vágum, eftir at hann nú hevur kannað eldin, sum kom í eini sethús á Stykkinum í gjár.

Tað var klokkan 14.32 mitt mitt á degi í gjár, at løgreglan fekk boð um, at eldur var í einum sethúsum á Stykkinum.

Longu níggju minuttir eftir var fyrsti løgreglumaðurin, Michael Gram, komin úr Miðvági á Stykki, har hann tók bestikk av støðuni.

Ein maður býr einsamallur í húsunum, sum hann leigar. Arbeiðsbilurin hjá honum var burtur, so tey hildu, at hann var til arbeiðis, men púra vís vóru tey ikki og privatbilur hansara stóð í túninum.

- Av tí at full vissa ikki var fyri, at hann var farin til arbeiðis, sendi eg boð eftir sjúkrabili upp á beráð, men tá ið sløkkiliðið í Kvívík var komið á staðið beint eftir, fóru teir inn í húsini og kundu staðfesta, at tey vóru tóm.

Hann sigur, at tað var nógvur roykur og ein rútur í stovuni var farin.

Tá ið eldurin var sløktur og húsið var kólnað so frægt, fór løgreglumaðurin inn og tað tók honum ikki langa tíð at staðfesta kelduna til eldsbrunan.

- Í einum horni í stovuni stóð ein flatskermur og ein móttakari til Televarpið á eini lágari reol og tað er annað av hesum báðum elektrisku lutunum, sum hava elvt til eldsbrunan, sigur hann.

Akkurát hvat er hent, veit hann ikki, men tólini vóru bara sløkt á fjarstýringini og stóðu á ”stand by”.

Sostatt var streymur til tólini.

Hann sigur, at tað er onki loyndarmál, at ein flatskermur er rokaður við elektronikki og kann kanska gerast rættiliga heitur, men um tað er akkurát hetta, sum er orsøkin, veit hann ikki.

Hinvegin heldur hann, at tað hevur týdning at senda televarpsmóttakaran og flatskermin til kanningar fyri at vita, akkurát, hvat er hent við teimum, sum elvdi til, at eldur kom í húsini.

- Okkurt er, sum ger, at tá ið streymur stendur til tólini, kann tað enda, at tey onkusvegna elva til eldsbruna.

Tað er kortini ikki vist, at tólini verða send niður, tí onkur skal betala kanningina og hann veit ikki, hvør tað verður.

Annars er sjálvur eldskaðin ikki so stórur


Hevði ikki yvirliva

Maðurin, sum búði í húsunum, kom eisini á staðið og hann greiddi frá, at hann hevði hugt at sjónvarpi, áðrenn hann fór til arbeiðis um morgunin.

- Hann fór til arbeiðis stutt fyri klokkan 10 á morgni og tað gingu sostatt slakar fýra tímar, til eldur var í húsunum, sigur Michael Gram.

- Hugsað vit okkum nú, at hann hevði hugt at sjónvarpi klokkan 10 um kvøldið og so bara hevði sløkt á fjarstýringin, hevði eldurin kyknað klokkan tvey á nátt ímeðan hann allarhelst á í fasta svøvni.

- So eri eg reiðiliga vísur í at hann ikki hevði hevði yvirlivað.

Í fyrra lagi hevði eldurin kanska ikki verið uppdagaður, fyrrenn hann rættiliga hevði fest í húsini.

Í øðrum lagi var roykurin rættiliga tjukkur og tá ið eldur kemur í plastlutir sum slík útgerð er full av, er roykurin so eitraður at hann er lívshættisligur og tað skal ikki nógv til, áðrenn tað kostar lív.

Michael Gram staðfestir, at læran av hesum má vera, at vit skulu altíð sløkkja sjónvarpsútgerðina á vegginum, so at ongin streymur er til tólini, áðrenn vit fara út og áðrenn vit leggja okkum.


Eigur ikki at henda


Í Radiohandlinum í Havn hava tey gott skil á flatskermum og elektronikki. Og har undrast tey stórliga á, hvussu ein flatskermur ella ein móttakara til Televarpið kundi elva til eldsbruna.

Har hava tey ongar royndir av, at slíkt kann henda.

- Tá ið slík tól eru á ”stand by”, eru allar tær stóru streymforsýningarnar sløktar og tey brúka øgiliga lítlan streym.

- Tey eiga at vera so mikið trygg, at tey eiga ikki at kunna elva til eldsbruna, sigur mekanikari hjá Radiohandlinum.

Hinvegin kann hann sjálvandi ikki afturvísa, at okkurt brek er við tólinum, sum kann elva til at eldur kemur í.

Ein annar møguleiki kann eisini vera, at onkur hevur arbeitt upp á tólini, sum ikki rættiliga hevur vitað, hvat viðkomandi hevur havt við at gera og so er onkur feilur gjørdur.