Flatskermar verða bíligari

Tey væl umtóktu fløtu sjónvarpstólini eru longu vorðin væl bíligari, enn tey vóru av fyrstan tíð, og nógv bendir á, at prísurin fer uppaftur longri niður í ár, skrivar Reuter.

Orsøkin er, at teir báðir størstu framleiðararnir hava gjørt av at økja framleiðsluna. Samsung, sum er heimsins størsti flatskermaframleiðari, hevur boðað frá, at fyritøkan fer at fer at taka eina nýggja framleiðskuskipan í nýtslu í vár, og tá kann Samsung gera 1,3 millión 40 tumma skermar um mánaðin.

Tann næststørsti framleiðarin, LG.Philips, hevur eisini gjørt av at økja sína framleiðslu. Reuter skrivar, at hesar báðar avgerðirnar fara at fáa prísin at fella, og at framleiðslan kanska verður størri enn eftirspurningurin.