Flatskatturin hevur skapt fá arbeiðspláss

EITT ÁR VIÐ FLATSKATTI Flatskatturin hevur hvørki skapt arbeiðspláss, ella sett ferð á nýtsluna, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki

- Flatskatturin hevur ikki skapt arbeiðspláss og hann hevur heldur ikki sett ferð á nýtsluna.
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, heldur, at tað hevur ikki eydnast samgongini at røkka endamálinum við flatskattinum.
Grundleggjandi endamálið var, at flatskatturin fór at skapa arbeiðspláss og tá ið fólk fingu meiri pengar um hendi, fóru tey eisini at brúka meiri og tað skuldi seta ferð á nýtsluna.
- Tað er ikki hent, staðfestir Sonja Jógvansdóttir, tí nýggjastu tølini frá hagstovuni vísa, at nýtslan er ikki økt, uttan tað, at tað eru seldir nakrir bilar fleiri í fjør enn í 2011.
- Annars dugi eg ikki at síggja, at Flatskatturin hevur elvt til nakað arbeiðspláss.
- Tað er rætt, at arbeiðsloysið er minkað. Men hinvegin er talið á løntakarunum ikki hækkað. Tað merkir bara, at tey, sum eru farin úr ALS, eru ikki sloppin í arbeiði. Tey eru antin farin undir aðrar, almennar skipanir, ella tey eru farin av landinum, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon sigur, at tað sæst heldur ikki í ordrabókunum hjá virkjum og fyritøkum, at flatskatturin upp á nakran máta, hevur sett ferð á samfelagshjólið. Nøkur arbeiðspláss eru komin afturat, men eg dugi ikki at síggja, at flatskatturin skal hava æruna av tí.
Hon er heldur ikki samd í, at flatskatturin hevur gjørt fólk grammari at arbeiða yvir.
- Tað, vit fáa at vita frá okkara fólki, er at tey hava altíð tikið hvønn tíma, tey fáa fatur á, so tað er onki nýtt, at tey vilja arbeiða yvir.
Tey, sum eru limir í Samtaki, eru arbeiðarafeløgini í Klaksvík, Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannaelag, umframt Føroya Fiskimannafelag.
Sonja Jógvansdóttir staðfestir eisini, at var endamálið við flatskattinum at seta ferð á samfelagið, vóru tað tey skeivu fólkini, sum fingu ágóðan av honum.
- Skalt tú seta ferða á nýtsluna, eru tað lág- og miðalinntøkurnar, sum skulu hava ein lætta, tí fáa tær meiri pengar um hendi, høvdu tær brúkt meiri.
- Tað er reiðiliga stór vissa fyri, at hvør króna fólk við lág- og miðalinntøku fáa afturat, fer til nýtslu.
Tað er ikki hent við flatskattinum, tí tað vóru tær høgru inntøkurnar, sum fingu skattalættan, men hjá teimum er tann grundleggjandi tørvurin langt síðani nøktaður, so tað er ógvuliga avmarkað, hvat tey fara at keypa afturat.
Ístaðin vera pengarnir settir á bók, ella brúktir at gjalda skuld við, ella kanska til ferðir, ella okkurt annað marglæti.