Flatskattaeffektin ikki sett inn enn

Fólk nýta flatskattin til at gjalda niður skuld, sigur Marner Mortensen.

Fólk nýta flatskattin til at gjalda niður skuld, sigur Marner Mortensen.

 

- Vit síggja, at fólk nýta flatskattin at gjalda niður skuld, og at vaksa um innistandandi. Og ta- skapar nýggjar avbjóðingar hjá peningastovnunum, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoyar Sparikassa.

 

- Tað er positivt at tosa um fólkavøkstur, men spurningurin er, hvat hesi fólkini koma heim aftur til. At fáa 40 sálarfrøðingar heim hjálpir lítið upp á fólkavøkstur, tí at fáa fólk heim at arbeiða í almennu fyrisitingini, bøtir lítið upp á fólkavøkstur, sigur Marner Mortensen.

 

Hann ávarar ímóti, at bankarnir gerast ov svangir.

 

- Vit síggja í dag, at fólk kunnu fara í eina bilasølu og uttan at svara fimm spurningur koma heim aftur við einum nýggjum bili, sigur Marner Mortensen.

 

Hann heldur, at talan í dag er um ein normal konjunktur.