Flatar rukkur at flenna at

Hallarkabarettin hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sum í ár verður framførd fjórða árið á rað, hevur hesa ferð heitið “Flatar rukkur á lakkinum” og er ein vavstur av ymsum aktuellum, ið er snarað og sneitt, so tað hóskar sum undirhald.

Frumframførlsan, sum var í gjárkvøldið, eydnaðist betur, enn vanligt er, so tí hava tey í sjónleikarafelagnum góðar vónir um, at mong fara at leita sær í Badmintonhøllina í kvøld klokkan 21 og í annaðkvøld klokkan 19.

– Okkurt árið hava vit havt fleiri sýningar, men tað vísir seg, at tað riggar best við bara trimum sýningum, so tað halda vit fast við. Her verður altso eingin eykasýning, sigur Rudolf Joensen, formaður í Klaksvíkar Sjónleikarafelag.

Tað er Jákup Veyhe, ið spælir og leikstjórnar, og harumframt eru spælarar sum Adelborg Linklett, Jógvan Brim Joensen, Hilmar Jan Hansen og onnur við, og tað er vanliga húsorkestrið við Magna Husgaard sum kapellmeistara, ið syrgir fyri tónleikinum.