RÆTTING
Í grein í farnu viku um alnetsamband í Vestmanna er villa komin í greinina. Av misgávum er komið at standa, at hetta er fyrstu ferð, at flat rate, t.e. óavmarkað nýtsla er roynd í Føroyum.
Hetta er sjálvsagt ikki rætt, tí Fuglfirðingar hava havt henda møguleika í eina tíð.
Eitt tílíkt mistak eigur ikki at koma fyri, og vit vóna, at hendan misskiljingin nú er komin upp á pláss.