Flamma til tey stressaðu

Flamma hevur júst útgivið eitt nýtt staklag.

Flamma hevur júst útgivið eitt nýtt staklag.

 

»Til tey stressaðu« hjá Frændum, sum Eyðun Nolsøe eigur orð og lag til, og sum er á útgávuni »80ini«, er latið í ein nýggjan ham. Flamma fingu tann heiður at tulka løg hjá Frændum til 30 ára haldið í november, og tað var somikið væl móttikið, at bólkurin gjørdi av at  geva tað út.

 

Bólkurin hevur sjálvur framleitt hesa nýggju útgávuna av »Til tey stressaðu«, og Erik Biskupstø hevur ljóblandað og mastrað.

 

Hetta er fyrsta lagið Flamma hava framleitt sjálvi, og hetta er somuleiðis fyrstu ferð, vit hoyra Flammu royna seg við føroyskari útgávu.