Fyriskipararnir av Voxbotn hava í dag boðað frá, at Flamma verður ein av bólkunum, sum fer at framføra í summar.
Flamma eru tær tríggjar, Malan Eyðunsdóttir, Ann Chanett Danielsen og Laila Carslen, sum so eisini hava bólk afturat sær.
Fyrsta útgávan frá Flammu kom á marknaðin í 2013, og fingu tær tá tvær tilnevningar til Faroese Music Awards. Eisini í norðurlendskum høpi fekk Flamma tilnevningar. Á Scandipop Awards varð fløgan hjá Flammu tilnevnd til heiðurin sum besta debutfløga og til heiðurin sum besta fløga hjá einum bólki í Norðurlondum.