Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sum í løtuni er í holt við at byggja oman á kjallarahæddina í húsum sínum, byggir við Magu-forskalling, ið er flamingo, sum betong verður fylt í.
Hetta er ikki spildurnýtt í Føroyum, men er kortini ein áhugaverdur og ikki so lítið ótraditionellur byggiháttur.
- Samstundis, sum hetta er ein forskalling, er hetta eisini bjálving sum munar. Flamingo á útvegginum er 20 sentimetrar tjúkt, og á innara vegginum er flamingo fimm sentimetrar tjúkt. Millum flamingo-klossarnar verður 15 sentimetra tjúkkur betongmúrur, sum sjálvandi er styrktur við jarni, eins og vanligt er við stoyping.
Sonni á Horni sigur, at gólvvíddin í stovuhæddini, sum hann nú byggir omaná kjallarahæddina, eru 140 fermetrar til støddar.
- Tað eru nøkur ár síðan, at eg bygdi kjallarahæddina, og her havi eg búð hesi árini. Oman á kjallarahæddini er betongdekk. Nú verður so bygt omaná, og eg haldi, at hetta sær rættiliga spennandi út.
Sonni á Horni sigur, at tá stovuhæddin er komin upp, ætlar hann sær at hava stjørnutak.
- So hvørt, sum stoypiarbeiði verður liðugt, verður ytra flamingo-síðan pussað við grundpussi við armering, og síða verður sluttpussað, sum hann tekur til.
Hann sigur, at innara síðan á húsunum antin verður klødd við gipsi - ella verður hon bara pussað.
- Jú, eg haldi, at hetta er ein spennandi og forvitnisligur byggiháttur, og eg geri alt uppsetingararbeiði sjálvur. Hetta er sum lego-klossar at seta saman.
Sonni á Horni hevur tó ein mann sum pussar veggirnar, og her ber saktans til at pussa við slitsterkum litlagi í sluttpussinum.










