Frá 23. juni til 7. juli skipar Norðurlandahúsið fyri áhugaverdum Flamenco tiltakið við luttøku av trimum yrkislistafólkum úr Spania, sum dagliga starvast innan flamenco. Tiltakið er partur av 25-ára hátíðarhaldinum hjá Norðurlandahúsinum og verkstovur og framførslur verða í Klaksvík, á Tvøroyri, í Nólsoy og á Sandi - umframt í Norðurlandahúsinum og Sjónleikarhúsinum í Havn.
Á teim stytru verkstovunum fáa luttakararnir eina introduktión og høvi at royna síni kynstur innan flamenco dans og rútmu sum heild. Á tí longru verkstovuni í Norðurlandahúsinum verður harumframt høvi til at fáa frálæru í flamenco sangi og guitarspæli.
Framførslurnar leggja sjálvsagt størst dent á flamenco siðvenjuna, men av tí at dansarin, Carmen Alvarez, kennir til Føroyar og føroyskan tónleik hevur hon gjørt koreografi til ein sang hjá Eivør og ein hjá BUDAM - og hon ætlar sær eisini at framføra hesar dansir.
Framførslan í Sjónleikarhúsinum 5. juli er partur av Summartónafestivalinum og verður eitt slag av jam-session og áhugavert verður at síggja, hvat spyrst burturúr, tá ið føroysk og andalusisk mentan hittast.
Til ber at lesa meira um tiltakið á www.nlh.fo.