Franska verjuskipið, Flamant, kom í morgun á Havnina á vitjan. Skipið verður liggjandi til mánadagin. Flamant kom á Havnina klokkan níggju í morgun, og verður liggjandi til mánadagin.
Meðan skipið liggur á Havnini verður millum annað vitjað á MRCC støðini í Havn, fótbóltsdystur verður móti manning á Færøernes Kommando, Vædderen og løgregluni, eins og skipað verður fyri einum busstúri.
Leygardagin og sunnudagin millum klokkan 14 og 17 verður høvi hjá fólki at síggja franska skipið.
Manningin umborð á Flamant fær eisini vitjan av fronsku sendikvinnuni, sum er í Føroyum í sambandi við, at Julianna Klett leggur frá sær sum franskur konsul og Hanna Jensen tekur við. Franska sendikvinnan skal eta ein døgurða umborð á Flamant.
Franska verjuskipið fer av Havnini aftur klokkan níggju mánamorgunin, og skal týsdagin saman við Vædderen, Brimli, Tjaldrinum og Atlantic Helicopters taka lut í sjóbjargingarroyndini BOLD MERCY, sum verður fyriskipað eystan fyri Føroyar.